Veðurlagið komandi dagarnar

Eitt ógvusligt lágtrýst vestan fyri Ísland ferðast norðureftir. Tilhoyrandi brúgvaløg yvir Føroyum flyta seg ikki. Sunnudagin fer eitt annað ógvusligt lágtrýst somu leið vestur um Ísland, og fleiri lágtrýst eru væntandi í næstu viku. Hetta merkir lýggj og slavin luft yvir Føroyar av suðuri og útsynningi teir komandi dagarnar.

Veðrið fram til leygarmorgunin

Skýggjað, támut og regn av og á. Í kvøld minkandi vindur, 10 til 15 m/s. hitin millum 7 og 11 stig


Veðrið leygardagin

Sunnan, 10 til 15 m/s. Yvirskýggjað og regn av og á. Hitin millum 7 og 11 stig.


Veðrið sunnudagin og mánadagin

Útsynningur og sunnan, 10 til 15 m/s. Skýggjað, támut og so líðandi mjørkaflókar, við regni av og á. Hitin millum 8 og 12 stig.


Veðrið týsdagin og mikudagin

Útsynningur og sunnan, 8 til 13 m/s. Skýggjað, támut og mjørkaflókar, við regni av og á. Hitin millum 8 og 12 stig.