Veðurlagsbroytingarnar tey seinnu árini hava gjørt, at fleiri av teimum gomlu ferðaleiðunum eru ruddar burtur við skriðulopum, og aðrar standa undir vatni. Lendi, sum fyrr var bert og oyðið, er nú runnavaksið, og har eru fleiri plantur, sum eingin hevur sæð áður. Djórini, sum plagdu at halda til uppi við jøklarnar, eru farin haðani.
Hetta er ein partur av einari nýggjari frágreiðing, sum amerikonsku umhvørvismyndugleikarnir hava skrivað um viðurskiftini í Alaska. Í niðurstøðuni stendur millum annað, at veðurlagsbroytingarnar fara at hava vífevndar avleiðingar fyri ferðavinnuna í Alaska og fyri statin sum heild.