Veðurlagið

Fimmdaga forsøgn: Eitt hátrýst yvir Skandinavia flytir seg ikki úr stað, men fer síðani vestureftir. Eitt lágtrýst vestanfyri Bretsku Oyggjarnar ferðast spakuliga móti vestri og grynnist, og hevur regn við sær. Eitt annað lágtrýst í Norðuratlantshavi fer í nátt til sjóøkið vestanfyri Írland. Hetta lágtrýstið ferðast síðani í ein landnyrðing, og fer ímorgin framvið vestanfyri oyggjarnar. Seinast í tíðarskeiðnum nærkast enn eitt lágtrýst Bretsku Oyggjunum úr útsynningi.

Veðrið hósdag
10 til 15 m/s av eystri. Fyrrapartin møguliga sól, men seinni ádrigið. Í kvøld 13 til 20 m/s av eystri og landsynningi, og tað fer at regna. Hitin allan dagin um 8 stig.

Veðrið fríggjadagin
13 til 20 m/s av landsynningi og suðri. Ádrigið og nakað av regni. Hitin um 9 stig.

Veðrið leygardagin
13 til 18 m/s av suðri, og ádrigið við regni av og á. Hitin um 9 stig. Út á dagin snarar hann í ein vestan og vindferðin minkar niður í 8 til 13 m/s. Hann klárar í við ælaveðri. Hitin um náttina niður í 5 stig.

Veðrið sunnudagin og mánadagin
5 til 10 m/s av vestri og útsynningi. Skiftandi skýrák við møguleikum fyri sól, men av og á verður ádrigið við regni. Hitin millum 5 og 9 stig.