Veðurforsøgnin fyri ólavsøkuna er batnað nakað. Bæði danska veðurstovan DMI og norska YR siga, at tað verður yvirhøvur turt, men okkurt æl.
Eitt lágtrýst liggur nærum í stað við Føroyar, áðrenn tað seinni í vikuni fer víðari norður í Norðurhavið, sigur DMI.
Í dag verður gul til stívt andøvsgul av vestri og utnýrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað, támut ella mjørki og regn. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 14 stig.
Mikudagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 10 og 13 stig.
Ólavsøkuaftan verður lot til andøvsgul, fyri tað mesta av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Sólglottar, men okkurt æl. Hitin millum 10 og 13 stig.
Ólavsøkudag verður lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s. Sólglottar, men okkurt ælið. Hitin millum 10 og 13 stig.
Leygardagin og sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Sólglottar og okkurt ælið. Hitin millum 10 og 13 stig.
Ólavsøkuaftan sigur Yr, at tað verður lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, okkurt ælið og hitin um 12 stig. Ólavsøkudag verður lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s. okkurt ælið og hitin um 11 stig.