Veðurfastar í Bergen

Føroysku hondbóltskvinnurnar skuldu eftir ætlan koma aftur til Føroya sunnudagin. Veðurlagið her heima kann tó eisini arga ítróttafólk, tí flogfarið við millum øðrum hondbóltskvinnunum ikki fekk sett seg í gjár. Ístaðin noyddust tær saman við hinum ferðafólkunum til Bergen at gista, og so verður vitað, um tað eydnast at seta flogfarið í dag.