Veðrið í høvuðsstaðnum var munandi øðrvísi í fjør, enn undanfarin ár Tað visti Útvarpið at siga í gjár. Har vístu tey til tøl frá DMI, sum millum annað søgdu, at miðalhitin í Havn var 7,2 stig í 2007. Tað er 0,7 stig stig meiri enn vanligi miðalhitin. Somuleiðis var tað eisini vátari í fjør. Avfallið var 1606 millimetrar, og tað er nakað meir enn 1284 millimetrar, sum er tað vanliga. Eisini skein sólin sambært DMI meiri í 2007. Tilsamans skein hon í 997 tímar, og tað eru heili 157 meiri enn eitt miðalár.