Veður og veðurlag er ikki tað sama. Veðurlag er tað, danir nevna klima, og at tosa um veðurlag um nakrar dagar er púra burturvið. Tá ið vit tosa um tað føroyska veðurlagið, so hugsa vit sum oftast um, hvussu veðrið háttar sær í eitt langt tíðarskeið, t. d. í eitt ár. Útvarpið nýtir orðið veðurvánir, og hví ikki nýta tað.
Annars haldi eg, at veðurtíðindini í sjónvarpinum eru ógvuliga fløksjaslig og óneyðuga drúgv.