Veðrið ávirkar trolararnar

Hetta verður neyvan nøkur stór vika til landingar, nú veðrið hevur verið so vánaligt.

Fimm partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, og væntandi koma eitt ella tvey pør inn at landa seinni í hesi vikuni. Skipini, sum liggja, fara út aftur, nú veðrið er batnað.

 

Fríggjadagin vóru tríggir djúpvatnstrolarar til fiskiskap. Ein av hesum frystir veiðina umborð, og hinir báðir koma væntandi inn at landa síðst í hesi vikuni.

 

Nú veðrið hevur verið so vánaligt, liggja allir teir smáu trolbátarnir, men teir fara eisini at loysa, nú veðurlíkindini eru batnaði.

 

Fríggjadagin lógu øll garnaskipini við bryggju, men tey fóru væntandi út aftur um vikuskiftið og koma helst inn aftur at landa seinni í hesi vikuni.