Illveðrið við vindi og kavaælingum heldur fram nakað út á náttina. Danska verðurstovan DMI roknar við, at tað verður 18-23 m/s við hørðum hvirlum nakrar tímar afturat.
Út á náttina minkar vindurin, og á middegi sunnudagin verður 8-13 m/s. Seinnapartin sunnudagin minni vindur.
Hitin verður millum 3 kuldastig og 3 hitastig.