Danmarks Meteorologiske Institut (DMI) hevur bílagt ein Vindprofilradara av merkinum Et´s Degréane, sum skal setast upp í oktober í ár. Radarin skal máta tann fría vindin yvir Føroyum, við tað at hann kemur at máta vindin í upp til minst 3000 metra hædd, og soleiðis siga okkum frá, hvussu vindviðurskiftini eru í Sørvágsfjørðinum og fyri tað um alt Føroyar.
Tí rokna vit við, at teir upplýsingar, sum radarin fer at geva, fáa stóran týdning fyri veðurtíðindini yvirhøvur í Føroyum, sigur Finnbogi Niclasen, flogvallarstjóri.
Kostnaðurin verður umleið tvær mill. krónur.
Vága Floghavn er saman við Atlansflog og øðrum við í einum samstarvi um eina verkætlan, nevnd NAAN, ið stendur fyri North Atlantic ADS Broadcast Network, har Grønland, Ísland, Føroyar, Írland, Ongland, og Danmark eru við. Danir rinda tann føroyska partin av verkætlanini. Samarbeiðið fevnir um eina kanning av at gera nýtslu av fylgissveinanavigering í flogførum og á flogvøllum. Royndirnar kosta uml. 50 mill. kr., og ES rindar helmingin av kostnaðinum. Ein fundur verður í Føroyum 2. september í ár. Síðani verður farið undir at seta tólini upp, sum skulu nýtast í Vágum.
Royndartíðin verður fram til síðst í ár 2000.









