Veðrið var frálíkt

Sólin bakaði áskoðararnar í Gundadali sunnudagin. Men á vøllinum var langt ímillum góðbitarnar

Fótbóltur

 

Talan var sjáldan um tí heilt stóru fótbóltsupplivingina, tá B36 tók ímóti ÍF sunnudagin.

Liðini bæði eru í løtuni beint oman fyri niðurflytingarstrikuna, og hóast bæði hava sínar greiðu útmeldingar um, at tey vilja meira enn so, so var góðskan á spælinum ikki av tí slagnum, sum borgar fyri eini øktari vón um at klintra stórvegis upp eftir stigatalvuni.

 

Tilvildin tóktist ráða

Um tað var bakandi sólin, sum var atvoldin, skulu vit ikki staðfesta. Men verður hugsað um stigatalvuna og tann týdning, sum dysturin kundi hava fyri hesa, so var merkisvert at síggja, at intensiteturin í dystinum ikki var størri enn tað sama.

Fyri steðgin royndu fuglfirðingar fleiri ferðir at leggja trýst á miðvøllin hjá B36, og tað var eisini um at geva úrslit. Einar 4-5 ferðir hevði heimaliðið óneyðug bólttap á miðvøllinum, men nærri enn einum drønskoti á tvørtræið frá einum leysum Høgna Zachariassen komu gestirnir ikki.

Og eisini vertirnir høvdu sínar møguleikar. Ta einu ferðina var Johan Ellingsgaard hægstur millum Poul Ennigarð og Bartal Eliasen, men Andras Gango bjargaði frágera væl, og tá Høgni Eysturoy nakað seinni fangaði ungverska málverjan á skeiva beininum, fór royndin úr spískum á stólpan og skeivu megin síðunetið.

 

Saknur í tí svakliga

Seinnu trý korterini stóð heimaliðið fyri tí mesta av álopspartinum. Fuglfirðingar royndu at hótta við mótálopum, men tað var ov sjáldan, at tað veruliga gjørdist vandamikið. Og heldur ikki við deyðbóltum megnaðu teir veruliga at hótta heimaliðið.

B36 spældi seg í nógvum førum til støður, sum kundi givið heilt stórar møguleikar. Men tað tóktist, sum var saknur í einum spælara, sum kundi gera tað óvæntaða, flotta og kanska eisini svakliga. Júst slíkir spælarar eru teir, sum kunnu avgera fótbóltsdystir, men hóast tað hjá bæði B36 og ÍF eru spælarar, sum eiga teknisku førleikarnar til hetta, so tykjast teir í løtuni ikki at eiga sálarliga yvirskotið, sum jú eisini er serstakliga neyðugt á einum fótbóltsvølli.

Men veðrið var nú frálíkt í Gundadali.