Veðrið valdagin

Norska veðurstovan www.yr.no sigur ikki frá besta valveðri komandi leygardag. Tað verður eftir øllum at døma regn, vindur og ráligt veður. Sambært metingum, sum tey veðurkønu hava gjørt, verður nakað av avfalli og vindi allan valdagin. Hitin fer at liggja millum 5 og 8 stig.

Náttina til valdagin, tá mong plaga at heingja valplakatir upp verður helst regn og 14 metrar um sekundið av landsynningi. Sama veður verður fyrrapartin, tá tað eisini verða 5 stig. Eftir døgurða minkar hann vindin og avfallið nakað. Sama veðrið verður eftir kl. 18. Men sum altíð – tað er trupult at spáa, serliga um veðrið! Kanska fáa vit kortini gott veður leygardagin