Veðrið í dag. Tað verður upp í ein strúk í vindi av norðri, 10-15 m/s. Vindurin minkar út á dagin og í kvøld verður hann at liggja millum 5-10 m/s.
Tað verður samdrigið og ælaveður.
Hitin alt døgnið fer at liggja millum tvey og seks stig.
Veðrið í morgin. Strúkur í vindi av landnyrðingi, 8-13 m/s, sum seinni minkar niður í 5-10 m/s. Skiftandi veður við ælaveðri og kavaælum. Hitin fer at liggja millum eitt og fimm stig.