Tað hevur verið nógvur vindur um vikuskiftið, serliga í gjár.
Í dag minkar vindurin tó nakað í mun til í gjár. Í dag fer vindurin at liggja millum 8-13 m/s og hann kemur av útsynningi.
Hitin fer at liggja millum 10 og 12 stig, sum seinni í kvøld og í nátt minkar niður í 8-10 stig.