Veðrið um vikuskiftið: Sólglottar og ælaveður

Í dag verður eitt lot til eitt stívt andøvsgul av útsynningi, 3-8 m/s og sólin er at síggja. Í kvøld veksur vindurin upp í 5-10 m/s, tað verður samdrigið og møguliga eisini regn. Hitin fer at liggja millum 10-13 stig.

 

Leygardagin verður upp í ein strúk av útsynningi, 8-13 m/s. Tað verður samdrigið og regn, men seinni klárnar, sólin fer at síggja, men tað verða framvegis nøkur æl. Hitin fer at liggja millum 10-13 stig.

 

Sunnudagin verður upp í ein strúk av útsynningi, 8-13 m/s. Seinni minkar niður í 5-10 m/s. Tað verða sólglottar við einstøkum ælum. Hitin fer at liggja millum 10-12 stig.