Veðrið: Tað slítur í seinnapartin

Tað verður eitt gul til stívt andøvsgul, 5-10 m/s, í støðum upp í 13 m/s. Ættin verður sunnan og útsynningur.

 

Tað verður samdrigið og regn ella sirm, umframt mjørki í støðum.

 

Seinnapartin klárnar og tað slítur í.

 

Hitin alt døgnið fer at liggja um 10 stig.