Í gjár kærdi StatoilHydro seg um, at tað bar ikki til at taka oljuna frá Statfjord A upp, tí veðrið var ikki til vildar. Í dag bendir alt á, at hetta sama veðrið verður tað, sum bjargar umdømi felagsins, skriva norskir fjølmiðlar.
Alt bendir á, at oljan loysist upp, nú hon verður blandað við sjógv, og tí fær óhappið ikki tær avleiðingar, sum myndugleikarnir bótu ótta fyri í gjár, tá tað var líkt til, at oljan fór at reka inn á strondina.
-Vit hava fingið tekin um, at oljan er í ferð við at loysa seg upp, og tað ger, at hon fer at gera munandi minni skaða á fugl, fisk og plantur, sigur Gisle Johansen hjá StatoilHydro. Kortini hevur felagið gjørt av at lata skip og tyrlur halda eyga við oljuni, sum nú er stutt fra Snorre A-pallinum á Statfjord-leiðini.
Norski havrannsóknarstovnurin heldur ikki, at fiskurin á Statfjord-leiðini fær nakran skaða av oljuni. Stovnurin sigur, at eingi yngul eru í økinum, og um hesa tíðina er makrelurin so langt niðri í sjónum, at hann kemur ikki í samband við oljuna.
-Í økinum eru eisini upsi, toskur og longa, men vit vænta, at hesi fiskasløgini sleppa uttan nakað mein, sigur havrannsóknarstovnurin í einari fráboðan.










