Veðrið: Stormur í dag

Veðrið í dag. Tað verður stormur í dag av útsynningi og vestri, 13-23 m/s. Í hvirvlum upp í 30 m/s. Vindurin minkar í kvøld niður í 8-13 m/s av vestri og útnyrðingi.

 

Tað verður samdrigið og ælaveður. Hitin fer at liggja um fimm stig. Í nátt minkar hann nakað og fer at liggja millum frostmarkið og tvey stig.