Veðrið spælir við

Í morgin klokkan 13 verður fyrsta bríkslið í síðsta almenna fótbóltsdystinum á føroyskari grund í 2007.

Mótstøðuliðið hjá U21 landsliðnum á Tórsvølli verður Italia, sum er oddalið í bólki 1. Italia er oddalið í bólkinum við 16 stigum fyri 6 dystir. Føroyar hava 3 stig fyri 7 dystir. Kappingin heldur fram inntil í september 2008, tá ið øll londini hava spælt tíggju dystir.

Tað kann ikki sigast annað, enn at tað hevur hepnast stak væl við veðrinum, nú italska U21 landsliðið í fótbólti er í Føroyum, og føroyska og italska liðið hava fyrireikað seg í Gundadali.

Veðrið hevur verið frálíkt í dag, og sambært veðuirmannin hjá Sosialinum, Petur Skeel Jacobsen verður tað eisini hampuiligt veður í morgin.

Tað ljóðar kanska ikki sum góð fótbóltslíkindi, men høgættin er sera góð í høvuðsstaðnum.

Petur Skeel Jacobsen sigur um veðrið mikudagin: Gul til stívt andøvsgul av norði og landnyrðingi og ælingur, partvís kavi, men eisini sólarglottar. Hitin millum frostmarkið og +3 stig.