Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og ælingur, partvís vátaslettingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 3 og 7 stig.
Veðrið sunnudagin:
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, seinnapartin minni vindur. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 2 og 5 stig.
Veðrið mánadagin og týsdagin:
Mánadagin minkar hann vindin av norði, týsdagin upp í stívt andøvsgul av suðri. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 3 og 7 stig.
Í gjár:
Eitt lágtrýst, 987 hPa. vestan fyri Skotland fer spakuliga í landsynning.
Í dag:
Lágtrýstið yvir Írska Havinum fer spakuliga eystureftir og gevur framvegis landnyrðing á okkara leiðum.










