Veðrið leygardagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørki í støðum. Hitin millum 11 og 15 stig.
Veðrið sunnudagin og mánadagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og eystri og yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørkaflókar. Hitin millum 12 og 16 stig.
Í gjár:
Eitt djúpt lágtrýst, 964 hPa. sunnan fyri Ísland fer í útnyrðing og grynnist. Brúgvalagið haðani til Føroya fer norðureftir.
Í dag:
Eitt lágtrýst vestan fyri Skotland fer móti Íslandi og brúgvalagið haðani kemur móti Føroyum.









