Veðrið í morgin  Dýra biðidag:

Gul til stívt andøvsgul av norði og ælingur, partvís kavi, men eisini sólglottar. Hitin millum 3 og 6 stig.

Veðrið leygardagin:
Gul til stívt andøvsgul av norði og ælingur, partvís kavi, men um kvøldið minni vindur og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 2 og 5 stig.

Veðrið sunnudagin:
Fleyr til gul av norði og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 2 og 5 stig.

Veðrið mánadagin og týsdagin:
Lot til andøvsgul av norði, týsdagin lækkar hann niður í eystan. Sólglottar, men kanska okkurt ælið. Hitin millum 2 og 6 stig.

Í gjár:
Eitt lágtrýst, 1013 hPa. við Lofoten fer spakuliga eystureftir og kuldabrúgvin til Føroya fert suðureftir.

Í dag:
Millum hátrýstið yvir Grønlandsfjørðinum og lágtrýstið yvir Mið-Skandinavia rekur køld luft av norði móti Føroyum.