Veðrið hósdagin:
Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norði og sólglottar, men eisini ælingur. Hitin millum 9 og 12 stig.
Veðrið fríggjadagin og leygardagin:
Lot til andøvsgul av norði og landnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 9 og 13 stig.
Í gjár:
Eitt hátrýst, 1031 hPa. í útsynning úr Íslandi fer spakuligz í landsynning og mennist. Eitt lágtrýst, 998 hPa. yvir Onglandi fer spakuliga í landnyrðing og dýpist.
Í dag:
Hátrýstið yvir Grønlandsfjørðinum stendur í stað. Lágtrýstið yvir Finlandi fer vestureftir og gevur liggandi høgætt á okkara leiðum.