Tað rímiliga góða veðrið seinastu vikurnar tykist at halda fram í nakrar dagar aftrat. Hitin heldur seg yvir 10 stig og um tað fer at regna, so er tað avmarkað til næturnar. Tað vísir seinasta forsøgnin hjá donsku veðurstovninum DMI.
Sunnudagur:
Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðing, 8 til 13 metrar um sekundið. Um dagin makar í lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 3 til 7 metrar um sekundið. Turt og møguleiki fyri sól. Hitin um 10 stig. Um náttina lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 3 til 7 metrar um sekundið. Skíggjað og møguliga nøkur æl. Hitin millum 5 og 9 stig.
Mánadagur og týsdagur:
Lot til andøvsgul úr suðri ella vestri, undir 8 metrar um sekundið. Samdrigið við møguleika fyri regni. Hitin um dagin millum 10 og 12 stig. Um náttina millum 6 og 10 stig.

Veðrið: Meira av tí sama

