Veðrið í dag :
Fleyr til gul av ymsum ættum, um kvøldið upp í stívt andøvsgul av útsynningi. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 8 og 11 stig.
Veðrið sunnudagin:
Hann minkar vindin niður í lot av vestri ella av ymsum ættum. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 10 og 13 stig.
Veðrið mánadagin og týsdagin:
Skrið ella stormur av landsynningi og suðri, týsdagin snarar hann í vestan og útnyrðing við somu vindmegi. Regn ella ælingur og hitin millum 9 og 13 stig.
Í gjár:
Eitt lágtrýst, 989 hPa. norðan fyri Føroyar fer eystureftir. Ein veikur hátrýstryggur í útsynning úr Íslandi kemur hendavegin og mennist nakað.
Í dag:
Hátrýstið við Føroyar fer eystureftir. Lágtrýstið eystan fyri Hvarvið fer móti Íslandi og dýpist. Brúgvalagið haðani verður væntandi við Føroyar leygarkvøldið.










