Veðrið: Lítið av vindi og einstøk æl

Veðrið í dag.

Tað er samdrigið í morgun, men seinni í dag klárnar í og møguleiki er fyri sólglottum. Í nátt skiftir hann í ein sunnan og tað verður samdrigið og ælaveður.

Hitin alt døgnið fer at liggja millum fýra og átta stig.

 

Í morgin verður eitt lot av skiftandi ættum, minnið enn sjey m/s. Einstøk æl, men eisini møguleiki fyri sólglottum.

Hitin fer at liggja millum fýra og átta stig.