Veðrið: Ikki so heitt kortini

Veðurstovurnar søgdu frá 17 stigum, men nú eru forsøgnirnar broyttar

 

 

Tey vóru ivaleyst nógv, sum gleddu seg til komandi viku, tá ið veðurforsøgnirnar søgdu upp í 17 stig í fleiri dagar. Men í dag sigur danska veðurstovan DMI nakað annað. Í dag sigur DMI um veðrið, at tað verður 5-10 m/s, sum seinni minkar til undir 5 m/s. Tað verður skíggjað og regn, men seinnapartin klárnar av suðri og nakað av sól. Hitin upp til 11 stig. 

 

Sunnudagin sigur hann millum 5 og 10 m/s av  landsynningi. Tað verður skíggjað og nakað av regni. Um kvøldið snarar hann í ein útsynning, og tað verður klárari við einstøkum ælum. Hitin um 8 stig. 

 

Og so koma vit til mánadagin, sum skuldi vera 17 stig. Nú sigur DMI, at tað verður 5-10 m/s av suðri. Tað verður turt og sól, hitin um 10 stig. Um náttina skíggjað og regn, hitin um 8 stig.

 

Týsdagin verður 5 - 10 m/s av suðri, eitt tíðarskeið upp í 12 m/s. Seint seinnapartin snarar hann í ein vestan. Tað verður skíggjað og regn, men um kvøldið og náttina klárari og skiftandi skýloft. Hitin um 9 stig um dagin og 6 stig um kvøldið.