Eitt djúpt látrýst vestanfyri Føroya, flytir seg eystureftir. Køld luft streymar yvir oyggjarnar úr landnyrðingi og seinast í vikuna koma brúgvaløg úr útsynningi yvir Føroya og hevur regn og vind við sær.
Veðrið í dag. Hvassur vindur av norðri, 13-18 m/s, sum seinni minkar niður í 5-10 m/s og hann snarar í ein landnyrðing.
Tað verður samdrigið og regn, seinni vátaslettingur, sum í kvøld slítur í. Hitin alt samdøgnið fer at liggja millum tvey og fimm stig.
Í morgin verður upp í 5-10 m/s av eystri og landnyrðingi. Tað verður turt og við sólgottum. Seinni um dagin verður samdrigið við møguleika fyri regni. Hitin um dagin verður millum frostmarkið og trý stig. Um náttina verður væntandi undir frostmarkinum.










