- Jú, mær dámar væl at ganga túrar, sigur hon í samrøðu við Sosialin.
Fyrrapartin týsdagin fór hon enn einaferð frá húsum sínum á Morskranesi, og legði leiðina norður eftir tí langa Selatraðarvegnum.
Tað var turt í veðrinum hesa løtuna, ið umboð fyri tíðindatænastuna møttu henni nakað norðanfyri heimbygdina.
Grovir ælingar vóru kortini við jøvnum millum, men hetta forðaði henni tó ikki í at fremja góða ítriv sítt: At ganga túrar við hundi sínum Kelly.
- Kelly er nakað deyvur, men honum dámar sera væl at ganga túrar, greiðir Maria frá.
Røttu klæðini
Í Føroyum er vanligt at taka til, at ein kann uppliva tær fýra árstíðirnar ein og sama dag.
Serliga útlendingum dáma hetta skiftið sera væl, meðan flestu føroyingar munnu troyttast av tí altíð so óstøðuga veðrinum her á landi.
Men fyri Mariu á Morskranesi hevur hetta við veðrinum als einki at siga:
- Fyri meg ger einki um tað regnar ella um tað stormar. Eg fari so frá húsum allíkavæl, sigur hon.
Uppskriftin hjá henni ímóti teim umskiftandi føroysku veðurlíkindunum er einføld: Ein skal bara lat seg í eftir umstøðunum!
- Eg havi gingið túrar regluliga síðani nakað undan jólum, greiðir Maria frá.
4,5 km. um dagin
Fyrradagin høvdu veðurmenninir boðað frá skiftandi veðri - regni, ælaveðri, men tó við møguleika fyri sólarglottum.
Hetta forðaði kortini ikki Mariu at fara frá húsum henda týsmorgunin. Saman við hundinum Kelly legði hon leiðina norðureftir landsvegnum móti grannabygdini Selatrað.
- Vanliga gangi eg hálvanfimta kilometur hvønn dag. Tá komi eg næstan til Selatraðar, sigur Maria.
Millum bygdirnar eru fýra kilometrar, men tað er komið fyri at hon er farin nærum allan vegin til Selatraðar, áðrenn hon vendir við aftur móti heimbygdini.
Arbeiðsboð
Henni dámar væl at ganga túrar og tað ger hon hvønn dag, tá tað ber til.
Undan jólum arbeiddi hon í fiski, og tá kom meiri enn so fyri, at tey arbeiddu til langt út á kvøldarnar.
- Tað bar ikki so væl til at ganga tá, ið ein hevði eitt arbeiða at passa. Beint nú havi eg einki arbeiði, og tí ber betri til.
- Nú gangi eg hvønn einasta dag, sigur Maria.
Hon væntar at fáa arbeiðsboð aftur einaferð í apríl ella mai mánaði.
“Min firbente ven”
Týsdagin gekk hon einsamøll túr, men tað er ikki altíð at hon er einsamøll á ferð.
Tá maðurin er heima, fara tey bæði saman frá húsum.
- Honum dámar eisini væl at ganga túrar, sigur Maria.
Hon hevur altíð ein trúfastan ferføttan vin við sær, nevniliga hundin Kelly. Hann er eitt “gadekryds”, sum hon málber seg.
- Hann hevur vant seg við hesar túrarnar, - ja hann biður næstan um at sleppa út at ganga við mær!
Sita ov nógv
Tá ein soleiðis gongur túrar norðureftir og suðureftir, fær Maria altíð vindin í ryggin annan vegin.
Veðrið hugsar hon ikki so nógv um – tí, sum hon sigur: - Eg gangi ikki og spekuleri á túrinum. Eg fari bara út í ta frísku føroysku náttúruna, og njóti tað!
Maria kann tó fegnast um at hon betrar um kondisjón sína og fær nógva fríska luft.
- Ein situr ov nógv til dagligt, og hevur tí brúk fyri at røra seg eitt sindur, slær hon fast.










