Veðrið heldur sær

- Um vikuskiftið verður sama veðrið sum seinastu dagarnar – eysturætt og hitin millum frostmarkið og trý stig, sigur veðurmaðurin Petur Skeel.

Hann hevur verið eystligur hesar seinastu dagarnar og onkutíð landsynningur.
- Hann verður strúkur í vindi og upp í hvassan vind um vikuskiftið, sigur royndi veðurmaðurin.
Mánadagin væntar hann partvíst regn, samstundis sum hitin hækkar eitt lítið vet, og fer at liggja millum 1 og 4 stig. Og týsdagin verður sama veðrið.
Ikki fyrrenn mikudagin verður lýggjari aftur, og tá fer eisini at regna heldur meiri.
- Men hetta er veðrið sum tað er hesa ársins tíð, staðfestir Petur Skeel.