Veðrið gjørdi enda á uppgerðini á Argjum

AB kvinnurnar høvdu í dag møguleika at vinna FM heitið fyri fyrstu ferð nakrantíð. Tær skuldu spæla á heimavølli ímóti KÍ, sum hevur vunnið FM seinastu níggju árini.

Um tað skuldi eydnast AB at verða meistari, so var neyðugt hjá argjakvinnum at vinna. Um tað hevði verið javnleikur, ella um KÍ hevði vunnið, so hevði KÍ verið meistari.

Liðini hava spælt tríggjar landskappingardystir higartil í ár. AB vann fyrsta dystin 1-0 í Klaksvík. Síðani var javnt - 1-1 á Argjum - og síðani vann KÍ 1-0 í Klaksvík.

Fyrr í summar vann AB steypafinaluna 2-1 ímóti KÍ.

 

15 min.

0-0

Vindurin er vaksin á Argjum, og dómarin hevur gjørt av at bríkslað dystin av.

Dómarin Jóhan Petur Michelsen sigur við Rás2:

-Eg haldi, at tað er synd, at ein so týdningarmikil dystur skal avgerast undir slíkum umstøðum. Tað er hættisligt fyri spælararnar at spæla undir sovornum umstøðum, segði dómarin samstundis sum eitt groft æl setti oman yvir vøllin á Argjum, har spælararnir longu eru ógvuliga kaldir og vátir.

AB venjarin Lennart Petersen var ikki nøgdur við avgerðina:

- Vit hava fingið onkran spælara úr Danmark upp til henda dystin, og hjá KÍ eru spælarar skaddir, sum tær vóna at fáa klárar, áðrenn dysturin verður spældur.

KÍ spælararnir søgdu seg vera nøgdar við, at dómarin hevði tikið hesa avgerðina:

- Tað hevði verið harmuligt, at FM heitið skuldi verið avgjørt undir sovornum umstøðum, søgdu tær.