G! festivalurin er farin av bakkastokki í kvøld, og komandi dagarnar er Syðragøta karmur um stóra tónlistarliga tiltakið, sum lokkar nógvar útlendingar og føroyingar til sín á hvørjum ári.
Veðurgudarnir vísa seg tó ikki frá sínari allar bestu síðu komandi dagarnar, um enn tað saktans kundi verið munandi verri.
Tað verður púra stilt og eingin vindur í Gøtu komandi dagarnar, so í so máta stendur væl til. Men nakrar løtur komandi dagarnar fer at regna.
Sambært norsku veðurstovuni YR er tað so, at restina av kvøldinum í kvøld verður turt. Fyrrapartin í morgin fer at sirma, meðan tað fer at regna seinnapartin fram til klokkan 18.00. So verður turt restina av kvøldinum og náttini við.
Leygardagin verður turt fram til á middegi, og so fer at sirma nakað seinnapartin. Men klokkan 18.00 slítur í, og tað verður turt og nakað av sól restina av kvøldinum og náttini við.