Veðrið fríggjadag

10 til 15 m/s av landsynningi, sum um kvøldið snarar í ein eystan og landnyrðing, og minkar niður í 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft við ælaveðri ella vátaslettingi. Hitin millum 2 og 5 stig.

Veðrið nýggjársaftansdag  leygardag
Eystanvindur 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft við ælum. Hitin millum 3 og 6 stig.

Veðrið nýggjársdag  sunnudag
Vindur av eystri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýlofti men so líðani turrveður. Hitin um 5 stig.

Veðurvánirnar
Eitt lágtrýst, 991 hPa í ein útnyrðing úr Íslandi grynnist, og eitt tilhoyrandi brúgvalag beint vestanfyri Føroyar flytir seg ikki og viknar. Eitt annað lágtrýst, undir 995 hPa sunnanfyri Ísland ferðast spakuliga norðureftir.

Veðrið hetta komandi samdøgrið
Seinnapartin hósdag klárar hann í við skiftandi skýlofti, men í nátt møguleiki fyri ælaveðri. Vindurin økist út á náttina av landsynningi, 10 til 15 m/s. Hitin alt tíðarskeiðið millum 3 og 7 stig.