Tíggju fólk eru framvegis horvin eftir skriðulopið í gjár í býnum Ask í ein landnyrðing úr norska høvuðsstaðnum, Oslo.
Tað upplýsir norska løgreglan í morgun sambært norska blaðnum VG.
– Leitað hevur verið í alla nátt. Talan er framvegis um eitt bjargingartiltak, tí vón er um at finna fólk á lívi, sigur átaksleiðarin Dag Andre Sylju í morgun.
Hann upplýsir, at skriðan enn er í rørslu og sigur, at tað hevur verið ein rokut nátt hjá bjargingarfólkunum.
– Tað hevur verið ein ógvuliga krevjandi nátt – bæði við ljósviðurskiftum og veðrinum. Partar eru soknir niður í evjuna, og tað er hús, sum liggja á tromini, sum vit væntaðu fóru at fella í nátt, sigur Dag Andre Sylju.
Tilsamans níggju bygningar við 31 íbúðum og seks bilhús eru farin í skriðulopinum.
Skriðuøkið er umleið 700 metrar langt og 300 metrar breitt sambært VG.
Skriðulopið hendi tíðliga mikumorgunin. Tað var ikki fyrr enn í dimmalættingini í gjár, at fólk fingu fult yvirlit yvir vanlukkuna.
Skriðan er lopin í einum øki, har eitt serlig slag av leiri er í jørðini, sum er eitt nú í Noreg, Svøríki og Finnlandi. Tá tað kemur ov nógv trýst í, kunnu skriðu loypa, sum dømið er í Ask.
Tá ov nógv trýst kemur í leirið, missir tað styrkina og flýtur sum løgur, skrivar Aftenposten.
Í leitingini verða brúkt hitasøkjandi myndatól og dronur at leita eftir fólkum í leivdunum. Eisini eru hundar brúktar at leita eftir fólki í økinum, skrivar Aftenposten.
Blaðið skrivar eisini, at ein hundur, sum hvarv í lopinum, hann eitur Zajke, varð bjargaður í nátt. Hann varð funnin júst við einum hitasøkjandi myndatóli.
Átaksleiðarin, Dag Andre Sylju, sigur, at tað er »helt uaktuelt« at koyra fólk til gongu at leita í leivdunum. Tað er alt ov vandamikið, sigur hann.
Tíggju fólk hava fingið skaða. Í einum føri er talan um álvarsligan skaða. 1000 fólk eru flutt burtur.
Millum annað máttu fólk á einum sjúkrahúsi fyri koronusjúklingar flytast burtur, og tað gjørdi uppgávuna enn meira krevjandi.
/ritzau/