Veðrið til týsmorgunin
Útsynningur 3 til 8 m/s, sum í nátt vekur upp í 10 til 15 m/s. Skýggjað og támut veður, regn av og á. Hitin um 8 stig
Veðrið týsdagin
Útsynningur 10 til 15 m/s, sum út á dagin minkar niður í 8 til 13 m/s. Skýggjað og támut, møguliga við avfalli. Hitin um 9 stig.
Veðrið mikudagin
Útsynningur, 10 til 15 m/s, sum út á dagin veksur til 13 til 18 m/s. Turt og sólarglottar, men um náttina skýggjað og regn av og á. Hitin um 9 stig.
Veðrið hósdagin
Framvegis útsynningur, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn. Hitin millum 7 og 10 stig. Út á dagin snarar hann í ein vestan, 15 til 20 m/s. Ælaveður við heglingi. Hitin millum 3 og 7 stig.
Veðrið fríggjadagin
Vestanvindur, 8 til 13 m/s, Skiftandi skýloft. Hitin um 6 stig. Um náttina veksur hann vindin aftur av suðri og útsynningi.