Í summar hava Kuna Rasmussen av Fjóni í Danmark og Hanna-Ilona Härmävaara úr Helsinki í Finlandi verið í Føroyum sum partar av Nordjob. Hanna-Ilona hevur arbeitt í Norðurlandahúsinum, har hevur hon millum annað fingist við Ung i Norden verkætlanina, við fyrireikingarnar kring Galathea vitjanina í Føroyum, umframt at hon hevur verið reingerðarfólk í Norðurlandahúsinum restina av tíðini. Fríggjadagin fór Hanna-Ilona av landinum aftur, men áðrenn hon fór fingu vit orð á hana og donsku vinkonuna Kunu. Kuna verður verðandi í Føroyum nakrar vikur afturat, og arbeiðir á kampingplássinum yviri við Strond.
Vit hittu tær báðar í Norðurlandahúsinum.
- Hetta er okkara stað, greiddu tær frá
- Okkara arbeiðstíðir hava passað rættiliga væl saman, og tí hava vit ofta hitst her í Norðurlandahúsinum, onkuntíð hava vit sitið her í nógvar tímar. Serliga tá veðrið ikki hevur verið til vildar. Tann eina dagin sótu vit her og bíðaðu eftir, at veðrið skuldi blíva nóg gott til at vit kundu fara heim, men til endans skiltu vit, at tað bleiv ikki betur, greiðir Kuna frá.
Føroyska veðrið
Føroyska veðrið tykist at hava gjørt stórt inntrykk á genturnar. Tí tað fyllur nógv í prátinum. Hanna-Ilona sigur:
- Eg havi lært at skilja, at tá tað ikki regnar alt ov illa, er veðrið gott. Onkuntíð kann tað vera eitt sindur keðiligt at hoyra heiman úr Finlandi, at har eru 30 stig, meðan tað er grátt og regn her.
Nólsoyggin lokkaði
Ætlanin var, at eg skuldi hittast við gentunum hósdagin, men tá lá ikki fyri hjá gentunum, tí tær skuldu til Nólsoyar. Hanna-Ilona skuldi av landinum, so hetta var síðsti møguleiki at sleppa til Nólsoyar.
- Eg havi start eftir hasi oynni í fleiri vikur. Hon liggur har úti so vøkur, og eg vildi uppliva hana, áðrenn eg fór heim til Finlands aftur, sigur Hanna-Ilona.
Kuna vildi eisini gjarna fara henda síðsta túrin saman við vinkonuni, hava ein seinasta frídag saman, áðrenn hin fór.
- Eg haldi tað mest stórsligna var at síggja Havnina har úti frá, og so sjálvandi eisini hinar oyggjarnar. Tað var ótrúligt at síggja, hvussu tættar tær liggja. Føroyakortið lýgur ikki, hetta er veruliga eitt so lítið land!, sigur Kuna.
Viðmæla Nordjob
Bæði Hanna-Ilona og Kuna hava dámt væl í Føroyum, tær hava búð hjá fittum fólki, og á túrinum hava tær hitt nógv fólk. Serliga hevur sambandið millum teir ymisku Nordjobbarnar verið gott, tær hava fingið nógvar vinir, og kunnu báðar viðmæla Nordjobb verkætlanina, til føroysk ung, ið vilja hitta onnur fólk.
Hanna-Ilona sigur, at sum finni hevur hon ikki uppliva norðurlendska felagsskapin á hendan hátt áður.
- Hóast heimurin er globaliseraður, so eru vit alíkavæl ymisk, tey ymisku londini hava síni eyðkenni og, vit í Norðurlondum hava nógv til felags, sigur hon.
Varð kasta út í tað
Fyri Kunu hevur upplivingin, at hava ábyrgd av kampingplássinum yviri við Strond verið sera stór.
- Tað var eitt sindur torført í byrjanini, eg eri einsamøll á kampingplássinum og ofta er sera nógv at gera. Eg varð bara kasta út í tað, men hetta hevur verið stuttligt. Eg kom til Føroyar fyri at hitta fólk, og tá er kampingplássi nærum tað fullkomna staðið at arbeiða. Mær dámar eisini sera væl Ingigerð, sum er stjóri hjá mær. Hon er stak fitt, og hevur latið meg fingið fríð, tá eg gjarna vildi uppliva okkurt.
Kuna fekk m.a. fríð, tá hon og Hanna-Ilona fór til Suðuroyar. Tær høvdu hoyrt, at suðuroyingar vóru fittastu fólk í Føroyum, og tað vóru teir eisini, tær hittu øgiliga nógvum fittum fólki har.
Ætlaði sær til Stockholm
Hanna-Ilona hevði ongantíð ætlað sær til Føroyar. Hon fylti út umsóknina til Nordjobb á alnetinum, tí hon vildi til Stockholm fyri at menna sín kunnleika til svenska málið. Men áhugin at sleppa til Stockholm var sera stórur, so tá Hanna-Ilona fekk boðið Nordjob pláss, var hetta í Føroyum. Hon ivaðist nógv, um hon skuldi fara ella ikki.
- Eg visti um føroyska veðrið, og so var tað eisini rættiliga kostnaðarmikið at ferðast til Føroyar. So eg visti ikki heilt, um eg skuldi fara, men mamma mín vísti á, at hetta var ein møguleiki at vitja eitt land, ið eg annars ongantíð fór at sleppa at vitja. So eg avgjørdi at fara og nú aftan á, eri eg glað fyri tað, tí eg havi uppliva nógv og havi hitt nógv fólk og fingið nýggjar vinir.