Veðrið er batnað

Nú leikirnir eru byrjaðir, tykist greitt, at hitin ikki er heilt so ringur, sum hann kundi verið fyri føroysku ítróttarfólkini. Í farnu viku hevur talan annars verið um upp til 47 hitastig, men hesi eru tó fækkaði nakað í tali síðani. Soleiðis var talan um 37 hitastig, tá kappast varð sunnudagin, men tað man nú eisini vera meira enn nokk hjá teimum flestu.