Veðrið Langa Fríggjadag og Páskaaftan:
Fleyr til gul av landsynningi og suðri og yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørkaflókar. Hitin millum 8 og 12 stig.
Veðrið Páskadag og 2. Páskadag:
Fleyr til gul av eystri og landsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørkaflókar. Hitin millum 8 og 12 stig.
Í gjár:
Eitt lágtrýst, 972 hPa. sunnan fyri Ísland fer vestureftir og grynnist. Kuldabrúgvin haðani til Føroya fer norðureftir.
Í dag:
Lágtrýstið í útsynning úr Íslandi fer spakuliga norðureftir og eitt brúgvalag haðani til Skotlands verður yvir Føroyum hóskvøldið. Ein hátrýstryggur yvir Suður-Skandinavia breiðir seg vestureftir og verður væntandi yvir Føroyum um Páskirnar.