Veðrið í dag: Sólin kagar fram

Danska veðurstovan DMI roknar við hampuliga góðum veðri í dag. 

Veðurstovan sigur, at  í dag verður 2-7 m/s av vestri, sum gongur í sunnan. Turt og sólglottar. Hitin verður um 10 stig.

Í nátt veksur vindurin upp í 8-13 m/s av suðri. Tað verður skýggjað og út á náttina møguleiki fyri regni av vestri. Hitin millum 6 og 8 stig.