Veðrið í dag og sunnudagin:

Skrið ella stormur av útnyrðingi og norði og kavaælingur, men kanska onkur sólglotti. Hitalagið millum ÷2 og ÷6 stig.

Veðrið mánadagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og sólglottar, men eisini okkurt kavaælið. Hitalagið millum ÷4 og ÷7 stig.

Veðrið týsdagin og mikudagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind millum landnyrðing og landsynning og okkurt kavaælið. Hitalagið millum ÷1 og +2 stig.

Í gjár:
Eitt lágtrýst, 980 hPa. yvir Suður-Noreg fer eystureftir. Eitt hátrýst, 1030 hPa. vestan fyri Írland fer spakulig a í útnyrðing.

Í dag:
Hátrýstið sunnan fyri Ísland fer suðureftir. Lágtrýstið við Suður-Noreg stendur mestsum í stað og gevur framvegis nógvan høgættavind á okkara leiðum.