Veðrið sunnudagin:
Hann minkar vindin niður í lot av norði ella av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitalagið millum ÷1 og ÷4 stig.
Veðrið mánadagin og týsdagin:
Lot til andøvsgul millum útnyrðing og landnyrðing og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 2 og 6 stig.
Í gjár:
Eitt lágtrýst, 996 hPa. vestan fyri Ísland fer eystureftir og kuldabrúgvin haðani verður yvir Føroyum í kvøld ? hóskvøldið. Eitt hátrýst, 1037 hPa í útsynning úr Írlandi stendur mestsum í stað og mennist.
Í dag:
Vestan fyri lágtrýstið við Lofoten rekur køld luft av norði móti Føroyum. Hátrýstið í útsynning úr Írlandi stendur í stað og ein hátrýstryggur til Grønlandsfjørðin kemur hendavegin.