Veðrið í dag, leygardagin og sunnudagin:

Fleyr til gul av norði, turt og sólglottar. Hitin millum 13 og 17 stig.

Veðrið mánadagin og týsdagin:
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norði og yvirhøvur turt og sólglottar, men týsdagin møguliga okkurt ælið. Hitin millum 11 og 15 stig.

Í gjár:
Eitt hátrýst, 1025 hPa. sunnan fyri Ísland stendur mestsum í stað. Eitt lágtrýst, 996 hPa. nær Oslo fer spakuliga í landsynning.

Í dag:
Hátrýstið yvir Íslandi stendur mestsum í stað, men viknar nakað. Lágtrýstið í landsynning úr Hvarvinum fer í landsynning.