Einaferð fóru nakrir politikarar undir at yvirtaka veðrið. Hetta var í teimum døgunum, tá CHE-samgongan ráddi fyri borgum. Nógvar yvirtøkur stóðu á skránni hjá samgonguni, og sjálvandi valdu tey at ræðfesta tær bíligastu yvirtøkurnar fyrst. Tað dýrasta skuldi bíða til móti endanum á valskeiðinum, tí so kundi onkur annar arva tað fíggjarliga upptakið.
Yvirskriftin í samgonguskjalinum var ”Samhaldsfesti, sjálvstýri, møguleikar og menning” - so hví ikki byrja við at yvirtaka veðrið?
Øll tey freku útsynningsælini, sum í áravís høvdu skolað inn yvir oyggjarnar á donskum, skuldu nú hava føroyskar regndropar, og møguleikin var eisnin nevndur, at Fróðskaparsetrið skuldi kunna granska føroyska veðurlagið. Men annars hendi ikki so nógv í sambandi við yvirtøkuna. DMI (Dansk Meteorologisk Institut) skuldi framvegis gera veðurmátingarnar, eingin bleiv settur í starv og tænastan bleiv heldur ikki betri. Tað einasta sum í roynd og veru bleiv yvirtikið, var sjálv rokningin. Nú skuldu føroyingar sleppa at gjalda fyri tænastuna.
Og so gongur eitt ár, og nú er longu galið, tí nú mangla pengar. Fíggjarliga óveðrið rakti fyrri enn yvirtiknu brúgvaløgini, og tí mugu vit bara góðtaka at fáa nakrar føroyskar regndropar, sum vit ikki hava goldið fyri. Kanska eitt syndur óheppið, tá hugsað verður um yvirskriftina ”Samhaldsfesti, sjálvstýri, møguleikar og menning”, men ein ælabogi við føroyskum litum, er jú ikki at forsmáa.
Yvirtøkur við ongum endamáli
Hvørja ferð samgongusamráðingar eru, spælir spurningurin um yvirtøkur ein avgerandi leiklut, tí flokkarnir á loysingarveinginum mugu fyri ein og hvønn prís sleppa at yvirtaka – um tað so bara er okkurt. Og so endar tað við, at mál sum ongan týdning hava, verða yvirtikin, ella uppaftur verri: Mál verða yvirtikin, sum als ikki eru búgvin til eina yvirtøku.
Tíðin má vera komin, hvar ið vit, heldur enn bara at yvirtaka fyri at yvirtaka, seta okkum sum mál at fáa alt tað at virka, sum longu er yvirtikið.
Veðrið var ein av teimum bíligu yvirtøkunum, so skaðin er kanska ikki so stórur. Men tá vit ikki klára at gjalda eina so lítla yvirtøku, hvussu hevði støðan so verið, um vit yvirtóku okkurt av teimum størru málsøkjunum?
Gott var, at vit sluppu av við CHE-samgonguna áðrenn hon fór í holt við tær størru yvirtøkurnar, sum stóðu í samgonguskjalinum, tí tær kundu skjótt endað sum ein vanlukka.