Veðrið avgerandi

Vit høvdu ætlanir um at fáa oljuna úr skipinum, og vóru eisini komin undir land við fyrireikingunum, men veðurvánirnar gjørdu, at vit broyttu strategi, og royndu at fáa skipið av Flesjunum. Tí tað var rættiliga sannlíkt, at tað fór av sær sjálvum í tí vindi og ætt, ið líkindi vóru til, sigur Anni á Hædd, leiðari fyri Tilbúgvingarstovuni í Føroyum undir sjófrágreiðingini í gjár

- Nei, tað visti eg ikki.

Tað var svarið hjá Anni á Hædd, tá ein av teimum sakkønu undir sjófrágreiðingini spurdi, um leiðarin fyri Tilbúgvingarstovuni visti, at Olshana sjálv kundi pumpa oljuna yvir í tilkallaðu skipini.

Spurd víðari segði Anni á Hædd, at hon heldur ikki kendi dimensiónirnar á slangum og oljuúttøkum umborð á skipinum, men at oljan í fyrsta umfari hevði havt hægstu raðfesting, til veðurvánirnar fingu MRCC at broyta strategi.

Tilbúgvingarstovan umfatar MRCC og Tórshavn Radio, og tað er fyri hesum stovnum, at Anni á Hædd er leiðari.

- Og sum leiðari er tað sjálvandi eg, sum havi fullu ábyrgdina, sló Anni á Hædd fast.

Hon greiddi frá, at tað finnast altjóða reglur, sum eru galdandi fyri allar SAR-operatiónir, har greitt er tilskilað, hvør ger hvat.

Vakthavandi skal samskipa øll tiltøk, tá nakað hendir. Hetta verður nevnt SMC (SAR Mission Coordinator). Síðani verður eisini útnevndur ein leiðari á staðnum, har leitingin ella bjargingin fer fram, ein sonevndur On Scene Commander. SMC hevur helst verið starvsmaðurin, ið var við til sjófrágreiðingina, tó uttan at verða avhoyrdur, meðan tað er greitt, at skiparin á Tjaldrinum, Eyðbjørn Lervig, var On Scene Commander (OSC)

 

Ætlaðu at pumpa

Anni á Hædd var ikki til arbeiðis, tá hon fekk boðini um, at russiski trolarin var farin á Flesjarnar, men var tó stutt eftir á MRCC-støðini.

Samskifti var alla tíðina millum MRCC og OSC umvegis Tórshavn Radio. Eisini ringdu fleiri instansir til MRCC og bjóðaðu sær fram at hjálpa til.

- Eg stóli fult og heilt á metingarnar hjá OSC, og tá tað tíðliga var greitt, at vandi var fyri oljuleka, boðaðu vit Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá, sum er umhvørvismyndugleiki, segði Anni á Hædd.

Fyrstu ætlanirnar gingu eisini út upp á at skipa so fyri, at oljan fekst úr skipinum, og Anni segði, at hjálp var tilkallað bæði úr Klaksvík og úr Suðri til tess at kunna taka ímóti oljuni, eins og ætlanin var at leggja oljusperringar út.

Hesar fyrireikingar vóru komnar undir land, men so komu veðurtíðindi, sum boðaðu frá fitt av vindi av landsynningi, og tí varð nýggj strategi løgd, segði Anni á Hædd.

- Hægsta raðfesting gjørdist nú at fáa alt óneyðugt mannskap av Olshanu. Vit vistu nøkurlunda, hvar sjógvur kom inn og hvat olja læk út, segði Anni á Hædd undir sjófrágreiðingini.

So nú varð arbeitt út frá ætlanunum um at fáa skipið av Flesjunum, áðrenn vindurin kom út á fyrrapartin dagin eftir.

Stjórin fyri Tilbúgvingarstovuni vísti á royndirnar við Ólavi Gregersen, tá hesin fór á land á Flesjunnum í 1984. Tá kom vindur av landsynningi, meðan roynt var at tøma skipið við tí úrslitið, at teir máttu bjargast, sum royndu at bjarga skipinum.

 

Vildi flóta

So veðurvánirnar vóru rættiliga avgerandi í spurninginum um at skifta strategi.

Ætlanir vóru nú lagdar at sleipa Olshanu inn á Sund og har tryggja tað, áðrenn farið var undir at tøma oljuna úr skipinum. Ella um væl vildi til at sleipa Olshanu, ella hon kundi sigla sjálv, inn á Skála.

Anni á Hædd segði, at tey fingu ávísar upplýsingar um skipið í registaranum hjá Lloyds, men at tekningar av skipinum ikki vórðu til taks fyrr enn dagin eftir. Hon segði víðari, at hon var vitandi um, at nógvur sjógvur var í skipinum áðrenn fyrsta bjargingarroyndin var gjørd, men at upplýsingar bendu á, at skipið fór at halda sær flótandi, kom tað av Flesjunum, út frá teirri skaðameting ið fyrilá.

Við aðru ryndina flytir skipið seg og leggur seg nakað á liðina, fyri síðani at koppa á bakborð einar tólv gradir.

- Tað er greitt, at tá skipið tekur meiri sjógv inn, so er tað antin tí at har er hent nakað, ella tíð mann hevur yvirsæð okkurt, segði Anni á Hædd um alsamt vaksandi vatnstandin umborð á skipinum.

Hon greiddi frá, at tað alla tíðina mátti ansast eftir, at skipið ikki fekk black-out, og hon vet ikki, um mann nakrantíð umhugsaði at senda kavarar niður aftur at kanna viðurskiftini.

 

Vónaðu

Tað gekk ógvuliga strilti at fáa russiska trolaran av, sjálvt tá Finnur Fríði setti á við sínari togmegi. Tvær ferðir slitnaði, áðrenn tað eydnaðist at fáa trolaran av Flesjunum.

- Vit høvdu gjørt okkum okkara tankar áðrenn seinasta royndin at toga varð sett í verk, og vit høvdu vónað, at skipið helt sær flótandi, greiddi Anni á Hædd frá.

Hon segði, at orsakað av veðurvánunum varð so valt, at gera eina roynd aftrat, tí tey væntaðu, at skipið helst ikki fór at verða standandi á Flesjunum, tá vindurin kom.

Stjórin á Tilbúgvingarstovuni visti einki at siga um, hvørt neyðugur pumpukapasitetur finst í Føroyum til slíka uppgávu, tí eingin tilbúgvingarskipan finst fyri oljudálking í landinum.

Upp á fyrispurning frá Inga Højgaard, ið umboðaði reiðaríið og manningina, um útgerðin var til reiðar, svaraði Anni á Hædd, at tað visti hon ikki, tí hon kendi ikki spesifikatiónir og annað umborð á Olshanu. Men hetta gjørdust ongantíð aktuelt, vísti hon á.

Heldur ikki visti hon av, at Olshana sjálv kundi pumpa oljuna úr skipinum. Sjálvt um hon fyrr hevði upplýst, at mann var um at vera til reiðar at pumpa oljuna úr skipinum áðrenn henda ætlan varð slept, vildi hon ikki upplýsa nærri, nær hetta var.

Viðvíkjandi kavarunum kundi hon tó eftir sjófrágreiðingina fyri Sosialinum upplýsa, at kavararnir komu frá einum felag, ið bjóðaði sær at hjálpa til við bjargingararbeiðinum.