Veðrið argar Wimbledon

Í hesum døgum er stóra tennis-kappingin, Wimbledon, á skránni í London, men tað gongst einki serligt við kappingini.

Longu nú eru fleiri dystir steðgaðir orsaka av góða veðrinum, og tí verður spælið hjá teimum nógvu leikarunum eisini ávirkað av keðiliga veðrinum. Sum skilst á fyriskiparunum av kappingini, so er hetta ringasta veður, sum hevur verið til eina Wimbledon kapping í samfull 25 ár, og í løtuni er kappingin meir enn 200 dystir aftan fyri upprunaliga skránna.