Eftir ætlan skuldi føroyska U21-landsliðið fara beina leið úr Iasi, har dystur í dag varð spældur, Bucharest, áðrenn ferðin í morgin gongur til fyrst Kastrup og so Vágar.
Hetta varð tó av ongum. Veðrið í Iasi er somikið keðiligt beint nú, at øll flogferðsla á staðnum er avlýst.
Føroyski hópurin hevði annars kekkað inn til fráferð, men avlýsingin ber við sær, at hópurin nú er ávegis til Bakau í bussi. Har er flogferðslan ikki tarnað av veðrinum, og seinni í kvøld skal hópurin ætlandi flúgva til Bucharest.