Veðrið argaði dómararnar

Flogfarið við slovasisku dómarunum setti seg ikki fríggjadagin, sum ætlað. Ístaðin komu dómararnir til Føroya góðar tríggjar tímar undan dsytinum. Soleiðis mundi leygarnáttin gerast hampuliga drúgv hjá FSF-umsitingini, sum støðugt mátti arbeiða við alternativum møguleikum, skuldi flogfarið við dómarunum ikki sett seg. Um 10-tíðina leygarmorgunin vóru boðini tó, at flogfarið var farið á flog aftur, og beint eftir klokkan hálvgum eitt kundu teir fýra slovenarnir ganga ígjøgnum tollin á flogvøllinum.