Veðrið argaði

Orsakað av illveðrinum um vikuskiftið vórðu fleiri bridgedystir í FM-liðkappingini í Klaksvík avlýstir um vikuskiftið. Enn er óvist, nær hesir verða leiktir

BRIDGE

Hví er altíð illveður, tá vit skulu leika bridge í Klaksvík? Soleiðis spurdi onkur, nú ið tey fyrstu umførini fyri lið skuldu leikast í Klaksvík. Ikki eru vit harrar yvir veðrinum, og seinasta vikuskifti vildi føroyski veturin eisini hava ein fingur við í spælinum. Leygardagin gekk eftir vild, og tvey umfør vórðu leikt. Men sunnudagin høvdu leikarar ikki sitið leingi við bridgeborðini, tá tað frættist, at strandfararskipið um Leirvíksfjørð, Dúgvan, sigldi seinasta túr seinnapartin klokkan trý. Avgjørt var tí, at avblása dystirnar, ið vóru í gongd, so fólk fingu møguleika at sleppa til hús aftur.
Nær, ið teir avlýstu dystirnir skulu leikast, er ikki greitt enn. Ein møguleiki kundi verið sunnudagin 2. februar, dagin eftir at FM-semifinalan fyri pør skal leikast í Havn.

Junior Buss Taxa og Hallur Ellingsgaard
Eftir tvey umfør í 1. deild liggur liðið hjá Junior Buss Taxa fremst. Á liðnum hjá Junior Buss Taxa leiktu Bogi Simonsen, Rói á Rógvu Joensen, Hans Jacob Petersen og Arnbjørn Sivertsen. Teir báðir ungu leikararnir Gunnar Mouritsen og Høgni Vesturklett eru eisini við á liðnum, men teir høvdu so frí í Klaksvík.
Í 2.deild vann liðið hjá Halluri Ellingsgaard báðar sínar dystir við maksimum stigum og liggur sostatt klárt á odda. Á liðnum hjá Halluri leika umframt liðskiparan eisini Eirikur Joensen, Dia Petersen, Hans Egil Joensen, Reimund Langgaard og Edmund Joensen.
Næstu ferð, leikt verður FM fyri lið, verður í Havn vikuskiftið 22-24. november. Tá verða eftir skránni fýra umfør leikt, og spælt verður bæði fríggjakvøld, leygardag og sunnudag.

Úrslitini í Klaksvík:

Leygardagin 2.nov.
1.deild
Junior Buss Taxa ? Jórun Johannesen18-12
Allan Dal-Christiansen ? Carl Mikkelsen14-16
Símin Lassaberg ? Jóna Grunnveit16-14
2.deild
Dia Jacobsen ? Hallur Ellingsgaard01-25
Danny Transport ? Eyðun S. Olsen10-20
Jens Pauli G. Nolsøe ? Petur Winther10-20
Odd Fjallsbak ? Marita Krosstein08-22

Leygarkvøldið 2.nov.
1.deild
Jóna Grunnveit ? Junior Buss Taxa05-25
Allan Dal-Christiansen ? Símin Lassaberg25-05
Carl Mikkelsen ? Jórun Johannesen13-17
2.deild
Eyðun S. Olsen ? Dia Jacobsen2-18
Petur Winther ? Danny Transport17-13
Marita Krosstein ? Jens Pauli G. Nolsøe12-18
Hallur Ellingsgaard ? Odd Fjallsbak25-04

Sunnudagin 3.nov
Allir dystirnir avlýstir fyri veður!

Støðan 1.deild
1. Junior Buss Taxa43
2. Allan Dal-Christiansen39
3. Jórun Johannesen29
4. Carl Mikkelsen29
5. Símin Lassaberg21
6. Jóna Grunnveit19

Støðan 2.deild
Hallur Ellingsgaard50
Petur Winther37
Marita Krosstein34
Eyðun S. Olsen32
Jens Pauli G. Nolsøe28
Danny Transport23
Dia Jacobsen19
Odd Fjallsbak12

FM blandað pør
Leygardagin 9. november kl. 14.00 verður FM fyri blandað pør (mix) í Bridgehúsinum í Gundadali. Spæld verða umleið 40 spøl. Tey pørini, ið enn ikki hava teknað seg, skulu gera hetta sum skjótast hjá kappingarleiðaranum í FBS, Marjun Restorff, á telefon 31 91 42 ella 26 22 20.