Seinasta fríggjadag var Bjartur í veðrasendingin hjá Rás2, har hann greiddi frá, hvussu teir fingu fatur á skorini, sum ikki hevði verið í brúk í fleiri ár. Hann greiddi eisini frá, at teir hildu gamlan sið, tá teir fóru í skorina. Teir syngja á donskum á eggjuni, aðrenn teir fara niður og halda eina stilla stund, sum teir gomlu plagdu at gera. Veðrarnir verða vigaði,r áðrenn teir verða sleptir, og tá teir verða tiknir heimaftur. Í kvøld verður tann stóra felagsflettingin, so spenningurin er stórur í Vestmanna í kvøld.
Uppboðssølan: Í morgin, leygardagin, verður veðrauppboðssølan í Gørðum, kl. 16. Umframt veðrin, verður eisini høvi at bjóða upp á okkurt annað sum t.d.veðrahøvd.
Um veðrið ikki verður tilvildar, verður uppboðssølan hildin í einum av goymslubygningunum hjá Vest Pack, Inni á Fjørð. Peningurin sum kemur inn, fer óskerdur til útgerð at brúka í skorini.
birgir