Fyrsta málið á dagsskránni fyri tingfundin seinasta hósdag var triðja viðgerð av tingmáli nummar 26/1999, ið var uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings.
Talan var um at flyta veðhaldini hjá stovninum, ið nú er vorðin privatiseraður, til Finnboga Arge, landsstýrismann.
Uppskotið, sum var samtykt undir aðru viðgerð, varð á fundinum hósdagin endaliga samtykt við 20 atkvøðum fyri, 2 blonkum og 2 ímóti
Trý onnur mál vóru eisini á dagsskránni fyri tingfundin, ið varð settur klokkan hálvgum tvey hósdagin. Talan var um tríggjar fyrstu viðgerðir.
Tann fyrsta av hesum var fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 45/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll. Talan er um uppskot, ið Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, vegna landsstýrið legði fyri tingið 25. januar. Málið varð beint í fíggjarnevndina.
Næsta fyrsta viðgerðin var av tingmáli nummar 46/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald. Hetta málið var somuleiðis lagt fyri tingið av Karsteni Hansen, og varð tað eisini beint í fíggjarnevndina.
Seinasta viðgerðin á tingfundinum var fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 47/1999, ið er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu. Uppskotið legði Katrin Dahl Jacobsen fyri tingið 25. januar í ár. Málið varð á tingfundinum hósdagin beint í rættarnevndina.
Áðrenn tingfundurin var lokin beint áðrenn klokkan fýra seinnapartin boðaði tingformaðurin frá fyrispurningi frá Flemmingi Mikkelsen, tingmanni, til Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, um serskatting av hjúnum.









